HANDILSTREYTIR


Bílegging

Tá tú bíleggur á Netbúðini, fært tú sjálvirkandi eina bíleggingarváttan senda við telduposti. Henda bíleggingarváttan er ikki ein juridiskt bindandi avtala millum teg og Netbúðina. Vit tilskila okkum rættin at strika bíleggingina, um villa er við prísinum, veiting av vøru, um vøran er útgingin ella líkandi. Tá bíleggingin er endaliga avgreidd, fært tú ein faktura sendandi við telduposti, sum er ein bindandi avtala millum teg og Netbúðina

Tú hevur møguleika at stovna ein brúkara hjá okkum. Á tann hátt ber til at fylgja við bíleggingini og finna fram gamlar bíleggingar. Hetta ger tað eisini lættari, um bíleggjast skal aftur. Tað er tó ikki ein treyt at stovna brúkara fyri at keypa á Netbudin.fo

Um tú hevur spurningar um vørur, sum eru útseldar ella ikki vera seldar á Netbúðini, hoyra vit fegin frá tær.

Prísir

Prísirnir eru í donskum krónum.
Flutningskostnaðurin verður lagdur á áðrenn goldi verður.
Allir prísir eru uttan MvG.


Fyrivarni verður tikið fyri tastivillum, prísvillum, útseldum vørum og veitingarbrek frá veitarum.

Gjalding

Møguligt er at gjalda elektroniskt við gjaldskorti. Tá farið verður til kassan, og gjaldstreytirnar eru góðkendar, verður ein bíleggingarváttan send sjálvvirkandi við telduposti. So skjótt peningurin er móttikin, verður bíleggingarseðil og vøra send. Gjaldast skal, áðrenn vøran verður veitt.

Øll kortgjøld verða viðgjørd av PayPal. Netbúðin goymir ongar kortdátur. Netbúðin deilir onga vitan um kundar okkara (so sum navn, teldupost, bústað ella annað) við triðja part

Gjaldast kann við hesum kortum:

Visa
MasterCard
Discover
American Express
Diners

Veiting

Vøran verður send úr Lettlandi, við Posti, um ikki onnur avtala er gjørd.
Veitingartíðin kann verða upp til einar 13 dagar.
Um annað ikki er viðmerkt verður vøran send uttan flutningskostnað til kundan.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.

Umbýting

Vøran kann býtast um innan 14 dagar eftir veiting, um hon er í sama standi, sum tá hon varð keypt - t.v.s. vøran má ikki vera pakkað út, vaskað e.l. Vøran kann býtast til reiðan pening ella aðra vøru.

Tú skalt skrivliga boða frá við telduposti til netbudin@netboutique.net, um tú ynskir at nýta umbýtingarrættin. Um vøran ikki er í sama standi, sum tá hon var nýggj, kann tað vera møguligt at fáa partvíst endurgjald eftir hvørjum standi, vøran er í. Hetta verður mett í hvørjari einstakari støðu.

Undandtøk til umbýtingarrætt eru hesi:

Gávukort kunnu ikki býtast við reiðan pening

Vørur keyptar á útsølu kunnu ikki býtast um við aðra vøru ella reiðan pening

Veitingarkostnaður verður ikki endurgoldin

Vinarliga boða okkum frá á netbudin@netboutique.net og send vøruna til: Sevdalsvegur 21 FO 530 Fuglafjørður. Til ber eisini at koma framvið við vøruni eftir avtalu.

Kundin hevur ábyrgd og heftir fyri vøru, sum verður send aftur, um hon møguliga verður skødd ella burturmist. Tískil viðmæla vit at senda við sporing ella sjálvi at koma við vøruni.

Reklamatiónsrættur

Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum ein teldupost á netbudin@netboutique.net. Tá feilurin er staðfestur, kann vøran býtast til reiðan pening ella nýggja vøru. Reklamatiónsrætturin fellur burtur eftir 24 mánaðar og er treytaður av, at feilurin ikki kemur av skeivari nýtslu ella viðgerð av vøruni, 

Tú skalt senda okkum ein teldupost á netbudin@netboutique.net og gjølla greiða frá, hvør feilurin er, og hví tú ynskir at nýta reklamatiónsrættin. Tá tú sendur vøruna til okkum, verður tú biðin um at pakka hana væl inn. Netbúðin rindar afttursendingina, um skaðin er váttaður. 

Fyri at keypa á netbudin.fo, hava vit tørv á hesum upplýsingum um teg:

Navn

Bústað

Telefonnummar

Teldupost

Hettar er neyðugt fyri at kunna samskifta við teg um tað gerst neyðugt.

Spurningar hesum viðvíkjandi kunnu sendast til netbudin@netboutique.net

Cookies

Á netbúðini nýta vit cookies fyri at gera tína vitjan so væl eydnaða sum møguligt. Hetta loyvir ávísum funkum so skipanin t.d. kann minnast hvat er í keypskurvini. Tú kanst til einhvørja tíð strika cookies frá tínari eind.

Samband

Netbúðin
Sevdalsvegur 21
FO 530 Fuglafjørður
netbudin@netboutique.net
Tlf: 747004